Vit eru eisini á Facebook

Staðarnøvn hava nú fingið sína egnu síðu á Facebook. Við hesum verður arbeiðið við føroyskum staðarnøvnum eisini miðlað á sosialum miðli.

Á Facebook-síðuni verða kunngjørd tíðindi, dagføringar og annað viðkomandi tilfar um staðarnøvn kring landið. Endamálið er at røkka breiðari út og gera upplýsingar um føroyskt staðarnavnaarbeiði lættari atkomuligar.

Fólk eru vælkomin at skriva til Staðarnøvn á Facebook, um tey hava viðmerkingar, spurningar ella upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri arbeiðið við føroyskum staðarnøvnum.

Vit hoyra fegin frá tykkum.

Felagið Staðarnøvn