Við Gjógvará

Einki sett

Seyðatjóvarnir við Gjógvará

Kaspar ella Jaspur og Sjúrður vóru uppsitarar hjá presti við Gjógvará í Vági. Leigan teir guldu var so høg, at teir noyddust út stjala kjøt fyri ikki at hungra.  Teir stjólu frá Hargabóndanum í Sumba, men ólukkutíð,  kannaðu húskallarnir um hestaspor sóust á vegnum til Vágs.  Handan Hestin sóu teir sporini, sum gingu líka at Gjógvarágarði.

Teir vórðu tiknir og førdir til til Havnar. Teir brutu út, og róðu til suðuroyar. Teir løgdu at landi í Holmskorum   og fjaldu seg í Blæings-urðum, ið  er ein hagapartur í Sumba.  Har er nógv grót og enn verður ein hola har  nevnd Kaspurshola. Teir hildu áfram at stjala seyð, meðan teir búðu í Kaspursholu, men kjøtið goymdu teir í Kjøtholini, sum enn sæst farvegur til. At endu vórðu teir tiknir, førdir til Havnar, dømdir, og sendir til Bremerhólm í Keypmannahavn at arbeiða í jarni.                                      

Ein søgn vil vera við, at Sjúrður slapp leysir aftur og giftist ríkari einkju Danmark. Tá hann lá deyðastrá, gav hann boð um, at einans hon máttu fjálga um bein hansara, tá ið hann var deyður. Hon hevði ongan illgruna um, at Sjúrður hevði  verði á Bremerhólm, tí gjørdi hon ikki sum Sjúrður hevði sagt.  Onnur  fjálgdu um bein hansara og sóu nú, at hann var brennimerktur. Hetta frættist skjótt, at Sjúrður hevði verði brotsmaður, og ættin, sum Sjúrður hevði verði inngiftur í kom tí í stóra “forakt”.

Hetta sigur søgnin.

Tingtíðindi siga frá, at seyðatjóvarnir vóru tríggir, Jaspur, Sjúrði og Ábraham. Teir blivu tiknir, førdir til Havnar, rýmdu, tiknir aftur, og aftur førdir til Havnar. Har blivu Sjúrður og Jaspur hongdir. Einki verður nevnt um Ábraham. Onkuntíð var tað soleiðis, at vóru brotsmenninir  fleiri enn ein, so var onkur teirra biðin um at vera  bøðil. Soleiðis sluppu teir undan við lívinum.  Kanska hevur Ábraham virkað sum bøðil í hesum førinum.

 

Syndarligur tilburður við Gjógvará

Í tingbókini frá 1679 kunnu vit lesa um ein syndarligan tilburð í Vági. Tað eru tvey systkin, Joen Jacobsen og Elsebeth Jacobsdatter, sum eru dømd fyri blóðskamm. Fyri tílíkar gerðir tá i tíðini beyðst ikki lív. Bæði viðgingu seg sekan og vóru dømd eftir Stóradómi. “ Joen Jacobsen af Suderø í Waai skal halshugges og Elsebeth Jacobsdatter, skal miste livet og sjunches i havet. Alt deres gods løst og fast at vere forbrødt til de Kongelige.

Staðseting

818.072°N -209.123°W