Frágreiðing
“Í nítjandu øld komu onnur hús afturat. Menn fingu loyvi at leggja traðir inn. Eitt tað fyrsta húsið, sum kom afturat, var uppi í Gerði, har Jóhan Mikkjal, bróðir Óla Jákup bónda við Garðsenda, bygdi umleið 1860. Hann var eitt skifti bryti í Kirkjubø. Sonur hans, Jóhan Petur, havdi konu úr Oyndarfirði. Hon het Malan. Tey livdu væl saman. Og sjúka kom eingin í húsið. Ikki tí, tað var fátæksligt, fjós og sethús var alt eitt herbergi, har kúgvin stóð. Ovari veggur var allur av mold og grjóti, men tað, sum í húsinum var av viði, skein. Mikið fólk gekk inn hagar, bæði yngri og eldri. K.O.Viderø: Saga Thórsvíkar – Eigari februar 2016: A.E. Meinhild og J.E. Geyti”
Kelda: Sunda Kommuna





