Magnus var giftur og búði í Haraldssundi, húsini stóðu omanfyri húsini: Har Uttari. Símun har Suðuri hevur greitt frá at Uppi í Garði skuldi eini hjún hava búð og tey áttu eina dóttur, sum giftist norður til Hvannasundar. Foreldrini fluttu norður til hennara og doyðu út har. Hetta passar ógvuliga væl til at vera magnus. Hann var giftur við Sunnuvu Eliasdatter úr Toft í Kunoy og áttu tey eina dóttur, sum æt Sunneva fødd 1762 og giftist hon 21 ára gomul við Ólavi í Innistovu í Sundi. magnus doyði um somu tíð og flutti mamman norð til dóttrina at vera og doyði út í Innistovu. Tá denkaðust húsið : ” Uppi í Garði ” av.
Uppi í Garði
Húsagrund



Staðseting
62.273072°N -6.606145°W
Onnur staðarnøvn

Haraldssund

Skúlin í Haraldssundi

Nýggja Handskavirkið
Hetta er bygningurin, har nýggja handskavirkið hevði sítt virksemi. Í ødnini í januar 1989 fór øll yvirtromin omanav og alt virksemið steðgaði up…

Gamla Handskavirkið
Hetta er tann fyrsti bygningurin, har handskavirkið hevði sítt virksemi.

Suðuri á Fríðufløtu

Heimara Langastykkið

Suðuri í Stíggj

Langastykkið við Fjósið.
Tað eru fleiri Langastykkir í Haraldssundi. Hetta hoyrir til ” Tey Har Suðuri ”

Langastykkið
Tað eru fleiri Langastykkir í Haraldssundi. Hetta hoyrir til tey ” Har Innari.”