Tofta-Regin og Dánjal við Gjógvará
Eitt smalt stykki av Botnhaga, húshagin, gongur niður ímillum Gjógvaráfjals og Toftahaga (Botnhagin sjálvur er í erva). Harum stóð trætni millum Regin í Toftum og gjógvarámenn, tí báðir partar kannaðu sær allan húshagan. Gjógvarámenn, sum áttu ogn í Botnhaga, vildu sleppa við markinum í Longutrøðhorn, men Regin vildi hava tað heilt upp í Gjógvarágjógv. Hólmgonga var samrádd, og gjógvarámenn valdu Dánial við Gjógvará, ið eyknevndur var Krókurin, til at berjast ímóti Tofta-Regini. Eyknevnið Krókurin hevði hann av tí, at hann vildi altíð krøkja sær meira til, enn hann átti. Ein garð gjørdi hann, sum vendi bakið ímóti Botnhaga og bróstið ímóti Gjógvaráfjalli, so tað, ið leyp innum av seyði, slapp ikkí út aftur — tað krøkti hann til sín. Nú er garðurin avfallin, men garðslaðið er eftir enn. Hann var bæði stórur og sterkur og hildin at vera vitugur maður. Hólmgongan stóð »uppi á lág« (omanfyri húsini í Smillum), mitt ímillum Gjógvaráfjals og Longutrøðhorns. Regin hevði ta fyrstu syftuna, men hin fell ikki, tí hann var frálíka fótgóður, og tó at Regin hevði hann høgt upp í loft, kom hann standandi niður aftur. So fór við ymsum syftum, ið Regin gjørdi, at hin fell ikki; men av tí, at gjógvarámaðurin hevði minni megin, syfti hann ikki aftur ímóti, uttan ansaði bara sær sjálvum, at hann skuldi ikki falla, og ætlaði á henda hátt at lúgva toftabóndan. Regin, sum hevði varhuga av tí, ilskaðist og segði, at hetta var ikki fyri mark, at hann syfti ongantíð. Gjógvarámaðurin var tá noyddur at gera eina syftu; men í tí sama setti Regin fót fyri hann, so hann fell, og Regin kom omaná. Tá tók gjógvarámaðurin ein knív fram, sum hann hevði goymt uppi á sær, og rendi í lærið á Regini. Av hesum stingi varð Regin so skakkur, at hann sprakk á føtur, brá sær avstað alt í senn og rópaði upp í há, at hin hevði stungið hann; men gjógvarámaðurin helt fram, at hann hevði vunnið, av tí at Regin flýddi undan honum. Teir átta menn, ið hjástaddir vóru sum vitnir, søgdu so, at gjógvarámaðurin hevði vunnið, og markið kom at vera Longutrøðhorn.