Tapthylur

Hylur

Tapthylur

Vestan fyri sjálva Toftá, stóðu fyrr eini hús, nevnd á Lað. Hesi hús eru langt síðani niðurtikin. Beint uttan fyri hesi hús, í ánni, var ein hylur, nevndur Tapthylur. Ikki er heilt greitt hví  hylurin fekk hetta navn, men søgnin sigur frá einum dreingi, sum var sera ólýðin og óargaligur móti mammu síni. Hvat hon so segði við hann, hjálpti einki, hann heldur versnaði enn batnaði.

Einaferð  hann hevði gjørt ein av sínum ringu gerðum, rann momman eftir honum. Tey runnu um bøin, hann undan og hon aftaná. Eftir at hava runnið eina tíð, komu tey at Toftá, har hann alt í einum skuldi leypa yvirum, men lopið miseydnaðist,  hann datt  í áðurnevnda hyl og var horvin. Leita var leingi eftir honum, men hann sást ikki aftur. Av hesum tilburði hevur hylurin helst fingið navnið Tapthylur. Gomul fólk vita at siga, at tá ið tað tók at skýma, og børnini spældu við hylin, komu tey gomlu eftir teimum  og koyrdi tey til hús. Nú á døgum sæst einki til Tapthyl.

Staðseting

818.312°N -210.052°W