Slættanes

Avtoftað bygd

Niðursetubygdin Slættanes er í Slættaneshaga, ið hoyrir til Sandavág. Hagin liggur um 10 km. í beinari linju norð úr Sandavági.

Seta búgv á Slættanesi

Í 1835 flyta tey fyrstu til Slættanesar at búgva, tey vóru Hendrik Thomassen f.1773 og konan, Julianna Niclasdatter f.1794, búsitandi í Sandavági. Tey áttu 5 børn, tá tey fluttu. Hendrik átti 12 gyllin í jørð, og eitt stríð um torvskurðarrætt segðist vera atvoldin til, at tey fluttu. Áðrenn hann flutti plagdi hann at røkta seyðin á Slættanesi. Mótmælt varð, at bygt varð á Slættanesi. Men Amtið var sera hugað at grunda nýggjar bygdir um hetta mundi, og tað varð avgerðandi fyri, at Hendrik fekk loyvið. Tey búðu so einsamøll á Slættanesi í umleið 5 ár.

Í 1845 eru 3 hús komin afturat, og eru nú 14 fólk á Slættanesi. Í 1850 eru 8 hús og 40 fólk. Nakrir av tilflytarunum vóru eldri fólk, sum fluttu burtur aftur, so í 1855 er fólkatalið fallið til 24. Í 1860 eru 3 húski eftir, og bert 21 fólk. Men so gongur framá aftur, og í 1880 eru 5 húski og 28 fólk, í 1890 eru 7 húski og 40 fólk, og í 1904 búgva 54 fólk á Slættanesi og í 1935 eru 65 fólk. Í 1940 var fólkatalið av tí mesta, 12 húski og 75 fólk.

Lívsgrundarlagið

Umframt jarðabrúki, róðu slættanesmenn út og gingu á seiðaberg. Í 1932 fingu teir tann fyrsta motordrivna bátin. Ein trupulleiki var, at teir áttu ikki nógva jørð sjálvir og máttu tí gera pliktarbeiði fyri neyt og seyð, teir høvdu í haganum. Hvørt húskið átti tó eitt summarfrælsi til ein seyð. Traðirnar vórðu allar leigutraðir, har hvørt húski hevði eina trøð, ið lá um eitt kúfóður. Fyri allan fugl máttu tey lata landpart, uttan fyri havhest, sum seinnu árini bleiv eitt gott íkast. Korn var velt upp til 1920 og sornhús var í bygdini. Slættanesmenn skóru torv á Slættanesi ella í hagunum nærindis, men ongastaðni var mógvurin nógvur. Ikki fyrr enn umleið 1910 fóru teir fyrstu slættanesmenninir til skips.

Skúli

Frá 1904 skuldi lærari úr Sandavági undirvísa á Slættanesi minst 20 dagar um árið. Í 1932 varð  ferðalærari settur fyri Vatnsoyrar og Slættanes, aðruhvørja viku á hvørjum stað. Barnatalið á Slættanesi kom í hæddina seinast í 1930-árunum. Í 1935 varð rættiligur skúli bygdur við læraraíbúð, og í 1941 fekk bygdin egnan lærara, sum búði har við húski til 1945. Eftir tað vóru oftast vikarar. Skúlabarnatalið fall nógv hesi árini, og frá 1950 vóru skifti, tá eingin skúlagongd var. Av tí at eingin kirkja var á Slættanesi, var skúlin eisini bønhús.

Sambandið við umheimin

Í 1920 samtykti Løgtingið at leggja telefonlinju til Slættanes. Postur varð vanliga avgreiddur í Vestmanna, men frá 1940 til 1948 gekk postmaður tvær ferð um vikuna til Sørvágs. Í 1948 fór m/b Ólavur at sigla til Slættanes. Lending varð í 1937 gjørd sunnan fyri ta gomlu støðna.

Einki el og eingin vegur

Slættanes fekk ongantíð el. SEV helt tað vera ov dýrt at leggja ellinju til Slættanes. Og so var eingin vegur til bygdina. Harafturat var fólkatalið minkað so nógv seinastu árini, at ikki bar til at draga bát. Hesi ting tilsamans sigast vera størsta orsøkin til, at bygdin gjørdist manntóm.

Flyta av Slættanesi

Eftir kríggið kom álvarslig vend í við fólkatalinum, og tað minkaði stútt og støðugt. Í 1963 var komið hartil, at bert fýra húski vóru eftir í bygdini, og trý teirra fluttu hetta árið. Av teimum fýra húskjunum vóru tey tvey rættuliga ung og høvdu smábørn, í hinum báðum húsunum vóru bæði hálvvaksin og vaksin børn, ið búðu heima.

Heystið 1964 flutti Jóhan Hansen við húskið av bygdini, eftir at tey høvdu búð einsamøll á Slættanesi í knappt eitt ár. Tey vóru seinastu fastbúgvandi fólkini á Slættanesi.

Kelda: Visit Vágar.

Staðseting

62.154789°N -7.244187°W