Tað kemur fyri, at kavin liggur í gjónni árið runt.
Mikladalsmenn kalla eisini hasa gjónna fyri : Skøtugjógvin.
Navnið kemur av, at tá kavi hevur verið og tað toyggjar, so liggur tað niðasta av kavanum eftir og líkist kavin tá eini skøtu. Sum tað sást á myndunum, so líkist tað niðasta í gjónni einum hala, og tá kavin liggur eftir har er halin hvítur og líkist eini skøtu.