Skipurðin

Grýtut lendi

Har sum tann hægra hellan uttan fyri gjónna endar og tann lægra tekur við.

Urðin hevur navn av tí, at eitt skip kom rekandi inn í urðina. Hon er so brøtt, at sprýtið rendi í vøllin. Skipið var heilt og holdið, men einki fólk. Hvussu langt tað er síðani, kann Jens Jensen á Skipagøtu ikki siga, men tað er fyri hansara tíð. Hann er nú væl úti móti 70 árum.

Staðseting

61.756656°N -6.793032°W