Frágreiðing
Nakað sunnan fyri Tinghellu eru staðarnøvnini Tróndarstíggjur og Sigmundshol. Sagt var, at í góðum líkindum slapst gjøgnum fjøruna haðani og norður á Tinghellu, og gjøgnum Tróndarstíggj slapst upp á bakkan. Ein søgn sigur frá, at einaferð vóru Sigmundur og Tróndur í Gøtu komnir til ilnar á Tinghellu. Tá bjargaði Sigmundur sær við at fara ígjøgnum Sigmundshol og síðan upp gjøgnum Tróndarstíggj. Smbrt. heimildarmonnum í Æðuvík var Sigmundshol ein trong smoga oman fyri ein stóran klett, sum stóð í sjóvarmálanum tætt við Tróndarstíggj. Kletturin stóð soleiðis, at gongt var báðumegin. Men í einum illveðri einaferð í 1930´unum hvarv hesin kletturin, og við honum hvarv Sigmundshol eisini.
Kelda: Nes Kommuna


