1.
Frásøgn:
Bygdarnavnið Sandvík: Sandvík hevur fingið navn av tí stóra sandinum, ið er hin størsti í Føroyum. Sandvík er hitt gamla bygdarnavnið, ið hon hevur havt frá tí fyrsta, hon var bygd á døgum Torgríms Illa. Nakað aftan á Torgríms deyða doyði bygdin út og var tá niðursetubygd hjá Hvalba. Seinri í tíðini fekk hon navnið Hvalvík og kom av tí, at einaferð menn úr Hvalba, sum ofta hendi, komu til Sandvíkar at hyggja eftir seyði, gingu eftir sandinum, ið lá fjaldur av kava, hitti við stóra grind, ið hevði gjørt landgongd. Tá fekk bygdin navnið Hvalvík og hevði hon hetta navn til okkara dagar, tá hon aftur fekk hitt gamla navnið Sandvík, av tí at postur kom ofta tvørt fyri hjá Hvalvík á Streymoy og Hvalvík í Suðuroy.
Sandvík er sum sagt niðursetubygd hjá Hvalba. Markatalið er 24 merkur. Bygdin doyði út aftan á Torgríms deyða og var fyrst afturbygd 1811 og fyrsti maður, ið búsettist aftur í Sandvík, var nevndur Gulakur gamli.
– Mikkjal undir Heygnum: Bygdin fekk navnið, Hvalvík, tí lýsið setti úr einum hvali, sum Giljabóndin í loyndum hevði lagt í eitt gróthús har.