Upprunan til navni
Staðarnavnið er kent frá umleið 1400 sum 𝘔𝘺𝘬𝘪𝘯𝘦𝘴𝘴 og hevur óvissan uppruna. Summi halda at navnið kemur frá keltiska orðinum 𝘔𝘶𝘤-𝘪𝘯𝘯𝘪𝘴, sum merkir ‘svínaoyggj’ (Guttesen, 2026).
Sambært eini søgn varð oyggin nevnd 𝘔𝘺𝘬𝘫𝘶𝘯𝘦𝘴, tí ein maður úr Sørvági kastaði mykju á oynna, so hon festist. Søgnin sigur eisini, at arðir nevna oynna 𝘔𝘪𝘬𝘪𝘯𝘦𝘴 av tí stóra nesinum eystast á oynni, sum eitur 𝐍ú𝐠𝐯𝐮𝐧𝐞𝐬 (Hammershaimb, 1891).
Les søgnina um Mykines HER
Keldusliti
Guttesen, Rolf: Mykines i Lex på lex.dk. Hentet 11. maj 2026 fra https://lex.dk/Mykines
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891



