Seyðamaðurin á Sondum
Basalt úr Skopun til minnisvarða í Sandavági
Áðrenn stóri minnisvarðin varð settur upp í Sandavági, stóð hann uppi her hjá okkum í einar tvær vikur, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki.
Høgni Tausen vísir á, at tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Í einar 3-4 vikur arbeiddi óføri listamaðurin á virkinum í Skopun.
– Áðrenn stóri minnisvarðin varð settur upp í Sandavági, stóð hann uppi her hjá okkum í einar tvær vikur. Umframt grótið, sum fyllir nógv við minnisvarðan, er eisini flotta huldukonan, sum listamaðurin hegnisliga gjørdi. Tað var áhugavert at hava Hans Paula Olsen á virkinum, sigur stjórin.
Høgni Tausen vísir á, at tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Í einar 3-4 vikur arbeiddi óføri listamaðurin á virkinum í Skopun.
Áðrenn stóri minnisvarðin varð settur upp í Sandavági, stóð hann uppi her hjá okkum í einar tvær vikur. Umframt grótið, sum fyllir nógv við minnisvarðan, er eisini flotta huldukonan, sum listamaðurin hegnisliga gjørdi. Tað var áhugavert at hava Hans Paula Olsen á virkinum, sigur stjórin.
Føroya Grótvirki var eisini partur av verkætlanini, tá Hans Pauli Olsen bygdi minnisvarðan yvir Ólav av Heygum í Vestmanna, har hesin stendur millum nakrar oyggjar úr gróti, og her gjørdi virkið í Skopun grótflísarnar.








