Krosslið

Einki sett

Krosslið

Millum Krossjørð og út í hagan eystureftir var ein bøgarðurin. Nú á døgum kallaður “úti við Garð”. Í grótgarðinum var sjálvandi eitt portur ella eitt lið.  Ovast á hesum liði var ein krossur.  Tí vóru fyrstu húsini  eystan fyri portrið nevnd “við Krosslið”. Liðið stóð  umleið  har  eystarahornið á garðinum hjá John Mikkjal Godtfred er. Húsini “við Krosslið” vóru í 1855 flutt úr Lopra  til Vágs. Tey vóru staðsett eitt sindur ovari enn tey standa í dag,  í 1891 vórðu tey  flutt nakað oman, har sum tey nú standa. Næstur at  byggja á Krosslið vóru  Akusteinus Beder og Jaspur í Smillum Augustinussen. Hetta var umleið 1870.

Staðseting

818.325°N -210.181°W