Krígssavnið

Bygningur

Brutu inn í hernaðarlegur í Vágum – Bretar hóttu við at leggja landminur út
Hernaðarlegur stóðu tómar
Tá komið var út í 1944, vóru fleiri av hermonnunum í Vágum farnir aftur av landinum. Orsakað av hesum stóðu fleiri hernaðarlegur tómar. Hetta vakti spenning og forvitni hjá tí lokala ungdóminum, og vóru tað summi, ið brutu seg inn í eina ella fleiri tómar barakkir fyri at hyggja seg um. Í hesum sambandi brotnaði okkurt, og onkrir lutir, so sum súkklur, lyktir og gummistivlar, hvurvu.
Fleiri persónar tiknir til forhoyr
Bretar høvdu tó framvegis vaktarhald í hesum legunum, og tí var hetta skjótt uppdagað. Í kjalarvørrinum av hesum vórðu húsarannsóknir framdar, og fleiri persónar vórðu tiknir til forhoyr.
Brutu inn fyri aðru ferð
Tá slíkt hendi fyri aðru ferð, varð tað ovboðið fyri tann bretska ovastan í Føroyum, Colonel W. L. Vale. Í einum brævi til fútan og sýslumannin í Vágum, dagfest 21. apríl 1944, staðfestir hann, at herverk aftur var framt á tvær hernaðarlegur í Vágum. Hóast herverkið ikki varð mett at vera serliga álvarsligt, vísir hann á, at tolið nú var um at vera uppi hjá hersetingarvaldinum.
Hóttu við at leggja landminur út
Tað, sum serliga tykist at hava vakt vreiði hansara, var, at hetta hendi samstundis, sum fólk vóru undir kanning fyri líknandi hendingar, ið vóru framdar á hesar somu legur stutt frammanundan. Í brævinum boðar hann frá, at um slíkt hendir aftur, fer bretska herleiðslan at:
1. áleggja kollektivar bøtur á viðkomandi bygdir
2. seta útigongubann í gildi fyri alla oynna
3. ógilda øll ferðapass til og frá oynni
4. og sum seinasta stig, at leggja landminur út á hernaðarlig øki í oynni.
Heitur á sýslumannin um at tosa við bygdaráðsformenninar
Colonel Vale heitir í brævinum á sýslumannin, um at kunna bygdaráðsformenninar og leggur dent á, at hann helst vildi sleppa undan at taka slík stig. Viðurskiftini millum bretsku hermenninar og lokalfólkið høvdu higartil verið sera góð, og tí óttaðist hann, at slík tiltøk fóru at oyðileggja hesi góðu viðurskiftið.
Føroyingar hildu hetta ikki vera so álvarsamt sum bretar
Hetta mugu metast sum sera harðlig átøk, ið bretar her hóttu við at seta í verk móti vágafólki. Men sæð út frá einum hernaðarligum sjónarhorni, er tað ógvuliga álvarsamt at bróta inn í eina hernaðarlegu. Føroyingar hava hinvegin ikki hildið hetta vera so álvarsligt. Hermenninir vóru farnir úr legunum, og nú stóð alt tómt. Drivin av forvitni og spenningi fóru ung fólk tí at kanna, hvussu har sá út, og um ikki okkurt spennandi var at finna. Men hetta góðtóku bretar als ikki.
Hóast viðurskiftini sum heild vóru sera góð millum føroyingar og bretar, komu javnan hendingar fyri, sum elvdu til konflikt millum partarnar.
Keldur: Krígsavnið. N.J. Arge, skjøl. Jon S Hansen 2019.

Staðseting

62.070026°N -7.278528°W