Gjáarfólk sóu kirkjuna haðani ( ússalig fólk gingu bert har til ).
Frágreiðing
“Her, vinstrumegin á Hóvabrekka, tá ið Funnings kirkja kemur undan, stendur steinurin, ið nevndur verður Kirkjusteinur. Í óminniligar tíðir – og líka til Gjógv fekk kirkju í 1929 – gingu gjáarfólk trúliga til Funnings í kirkju – sunnudag eftir sunnudag, á vetri sum á sumri. So hvørt, sum ættarliðini eldust, tyngdust sporini so mikið nógv, at tey eldru ikki settu seg føran fyri at taka ta tungu Hóvabrekk niðan aftur úr Funningi. Tískil lótu tey tey yngru fara í kirkju, meðan tey sjálvi sótu her við Kirkjustein -hiðani tey sóu kirkjuna – og bóðu og sungu, til tey yngru komu aftur úr kirkju. Síðani fylgdust ættarliðini aftur til Gjáar. – Ein sigandi sólskinssøga um forfedrar okkara.”
– Sunda Kommuna








