Ísakshanusarhol

Hol
Frágreiðing

Ísakshanusarhol verður eisini kallað Ísakshanusarloft, og bæði nøvnini kunnu sigast at hóska, tí eitt loft hongur út yvir holið. Gamalt er, at einaferð settu elduvíkingar ein mann (Ísaks-Hanus) upp her at prika fliður, men tá ið teir skuldu taka hann aftur, var maðurin burtur. Ein onnur frásøgn sigur, at elduvíkingar tóku mannin aftur, tá ið teir komu av útróðri. – Hetta ljóðar betur, tí tað slepst ikki burtur aftur hiðani við egnari hjálp. Tað verður torført at finna fram til, hvør hesin Ísaks-Hanus kann hava verið. Ísaks- og Hanusarnøvn eru at finna í Elduvík úr avgamlari tíð – úr 17. og 18. øld – og tí er tað sannlíkt, at søgnin kann vera eftirfarandi. Hevur hann prikað fliður, so hevur tað helst verið til línuagn, og hóast lína ikki hevur verið brúkt á Funningsfirði fyrr enn aftan á 1840, er hetta ov veikt grundarlag til at tíðarfesta hendingina.

– Sunda Kommuna


Keldulisti

Sunda Kommuna. m.a. Dánjal í Katrinarstovu (Daniel Johannesen, f. 1895), Funningi.

Staðseting

62.313111°N -6.901506°W