Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Í Útistovu

Hús. Útistova er gamalt bóndahús á Norðanágarði. Húsini, ið áður stóðu norðan fyri ánna, vórðu fyri einum mannaminni síðani flutt av grund og afturbygd sunnan fyri ánna, har tey standa nú. Av monnum, ið á Útistovugaðinum hava verið, kann nevnast ………. hann búsettist í Depli og var síðani nevndur Tummas í Depli. Við tað at Tummas, ið var festiarvingur ongantíð festi garðin, fór festið á aðrar hendur ogvar tað Andras suður í Stovu av Húsum, ið tá gjørdist bóndi, og er tað eftirmenn hansara, ið enn eru á garðinum.

Staðseting