Í Køtlum

Tingstaður

á Katlunum ?

Tingstaðurin í Norðoyggjum

Tingstaðurin í Norðoyggjum var í Køtlum, omanfyri Árnafjørð (Løgtingið, 2002, s. 26). Hetta var heimatingið fyri Norðoyggjar og hoyrdi undir megintingið í Tórshavn, sum hevði landsfevnandi vald, meðan heimatingið viðgjørdi mál, ið høvdu týdning fyri økið (Løgtingið, 2002, s. 25–27).

Tingið í Køtlum var partur av einari landsfevnandi tingskipan, sum fevndi um heimating, várting og heystting, og megintingið í Tórshavn. Slík skipan er kend úr bæði Noregi og Íslandi og vísir, at Føroyar høvdu eina væl skipaða rættarskipan longu í forntíð (Løgtingið, 2002, s. 25–27).

Heimatingini í Føroyum eru helst eins gomul ella eldri enn megintingið í Tórshavn, og tí kann tinghaldið í Køtlum ganga heilt aftur til landnáms- ella víkingatíð. Hóast heimatingini ikki verða nevnd beinleiðis í Føroyingasøgu, er greitt, at tey vóru gomul longu um ár 1300 og helst nógv eldri enn tað (Løgtingið, 2002, s. 25–27).

Í Køtlum er eitt av teimum best prógvaðu fornu tingstøðunum í Føroyum. Steinar á staðnum eru týðiliga settir av mannahond og verða tulkaðir sum sessir hjá tingfólki og møguliga tingborð (Løgtingið, 2002, s. 26), og teir síggjast framvegis í dag.

Seinni varð tingið flutt í bóndagarðin heima Í 𝐕á𝐠𝐢 (nú Klaksvík). Húsini eru ikki til longur. Í dag er har eitt pláss við benkrum og einum talvborði.

Tingsteinur

Katlarnir


Keldulisti:

Løgtingið. (2002). Løgtingið 150: Løgtingssøgan (1. bind). Tórshavn: Løgtingið. https://www.logting.fo/media/sidpxtec/l%C3%B8gtingss%C3%B8gan-1.pdf

Løgtingið. (2002). Tingsteinar Í Køtlum [Mynd]. Løgtingið. https://www.logting.fo/media/sidpxtec/l%C3%B8gtingss%C3%B8gan-1.pdf


 

Staðseting

0°N 0°W