Hvítisandur

Sandur

Á Hvítasandi (?)


“Hvítisandur

Staðið hevur navn av, at har hevur verið hvítur sandur bæði á landi og sjógvi, alt tað menn vita frá at siga, uttan eitt ávíst tíðarskeið – kemur seinni. Er veðrið gott, so sæst rættiliga væl, at havbotnurin er hvítur á einum ikki so heilt lítlum øki. Eisini legst sandur upp á land, men nøgdin er ikki altíð hin sama.

Í gomlum døgum fingu tey sær sand, sum tey brúktu til at sanda kirkjugólvið og kirkjugøtuna við. Sagt verður frá, at tá kirkjugøtan var nýsandað, sást hon í góðum líkindum heilt til Skálavíkar.

Søgan sigur eisini frá, at ein arbeiðskona niðri á Nesi skuldi sanda kirkjugólvið við sandi av Hvítasandi ein páskaaftan. Men av einihvørji orsøk hevði hon ikki gjørt tað og fór tí niðan í kirkju páskamorgun, áðrenn fólk vóru uppi. Meðan hon sandar, sær hon nakað koma upp ígjøgnum gólvið, og tað var so vakurt og skyggjandi, at hon fekk ikki hugt at tí. Hon gjørdist bangin og rann oman á Nes, men tá hon kom inn í roykstovuna, svímaði hon. So mikið harður var døtturin, at húskallarnir, sum lógu í tveimum tveymanskoyggjum, vaknaðu.

Tá vit vuksu upp, sum eru fødd eftir seinna kríggj, var eingin sandur at síggja, hvørki á landi ella útfrá. Men teir eldru vistu at siga frá, at soleiðis hevði ikki altíð verið. Teir søgdu frá, at tá teir vuksu upp varð nógv svomið á Hvítasandi, tí tað var tað besta staðið at svimja á Nesi, og út frá landi var havbotnurin hvítur á einum stórum øki.

Sandurin hvarv.

Men so søgdu teir eisini frá, at sandurin hvarv, tá menn uml. 1930 fóru at taka sand í stórum nøgdum at stoypa við. Vit vita, at fiskahúsið omanfyri Hundavík, grundin hjá Emil í Geil, grundin hjá Niclasi eysturi í Líð, okkurt hjá Mathiasi í Norðastovu eru stoypt við sandi av Hvítasandi. Eisini vita vit, at í seinna parti av 1930´unum fekk rættin oman fyri Fornagarðarnar, sum er frá 1903, munandi ábøtur. Her var eisini sandur av Hvítasandi nýttur í smb. við stoypiarbeiði.

Sandurin kom aftur.

Í tí stóra briminum 22. jan. 1984 kom sandur aftur á Hvítasandi. So helst sær nú aftur út soleiðis, sum vit fingu frásagt, at tað hevði verið, alt tað menn vistu frá at siga til uml. 1930.

– Janus Jensen, 2023


Keldulisti:

Jensen, J. (2023, 14. mars). Hvítisandur – Frásøgn: Ólavur Magnussen [Uppslag]. Facebook. https://www.facebook.com/groups/1366618740341863/posts/1987527831584281/

Jensen, J. (2023, 14. mars). Staðarnøvn [Mynd]. Facebook. https://www.facebook.com/photo/?fbid=3581923305398391&set=gm.1987527831584281&idorvanity=1366618740341863

Staðseting

62.081435°N -6.732099°W