Frágreiðing
Upprunaliga var alt økið ein eind, men tvær systrar stóðu til at arva tað. Onnur giftist til Trongisvágs og hin til Froðbiar. Systrarnar samdust um at býta arvin, men vóru ósamdar um, hvar markið skuldi ganga. Meðan trætan stóð, var omanlop úr fjallinum við Gráhamar, og urðin fekk navnið Gráurð. Harvið var Hvannhagi býttur í tveir eins stórar partar, og Gráurð hevur síðan verið markið millum tann partin, sum hoyrir til Trongisvág, og hin partin, sum hoyrir til Froðba. Hvannavatn hoyrir til Trongisvág.
– Annika Y. Skaalum,
Jarðfrøði
Keldulisti
Árting, Uni Egholm; Mortensen, Lis E.: Geologi på Færøerne i Trap Færøerne på lex.dk. Hentet 11. maj 2026 fra https://trap-faeroeerne.lex.dk/Geologi_p%C3%A5_F%C3%A6r%C3%B8erne
Skaalum, A. Y. Trap Føroyar. Hvannhagi. Hent 11. mai 2026 frá trap.fo
229 a


