Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Holið í Sandbrúnni

Einki sett

Frágreiðing

ógvan Hanusarson, føddur 1945 í Hvalvík, greiðir soleiðis frá: “Eg havi verið um 7-8 ára gamal, tá ið eg var á fjalli í Rossabotnshaganum. Vit vóru fleiri smádreingir, sum fylgdust við Axeli uppi í Geil. Hann greiddi okkum frá um Holið í Sandbrúnni, og vit vóru spentir at síggja tað. Vit vóru á norðaru síðuni og gingu suður eftir Sandbrúnni og komu til ein løk. Á sunnara bakkanum var ein lítil varði laðaður, bert nakrir fáir steinar. Haðani frá og oman suðureftir var ein hella, ið var løgd oman yvir holið. Varðin var laðaður fyri at finna holið aftur. Axel fann helluna og tók hana omanav og vísti okkum holið. Tað var tómt, og vit sóu so langt niður, til myrkrið forðaði okkum at síggja longri. Axel segði okkum frá eini søgu ella søgn um holið: Bóndin var á Sandbrúnni við hundi sínum, og tá ið teir komu til holið – tá var eingin hella omanyvir – fór hundurin til holið og datt niður í tað, og burtur var hann. Bóndin var harmur um hundin, men hann var farin og burtur. Seinni kom hundurin aftur á lívi úr Leynum. Tá var bóndin glaður. Nøkur ár seinni, eg havi verið um 12-13 ára aldur, var eg aftur á fjalli í sama stað, og Axel var við. Vit fóru aftur til holið og funnu tað, men tá var holið fylt við vatni, einar 2-3 metrar niður frá kantinum. – Axel segði einki. Nøkur ár herfyri kom eg at tosa við Trygva Jacobsen, ið er sonur Axel. Hann segði frá pápa sínum, at Jógvan í Sjúrðarstovu í Vestmanna hevði hoyrt um holið og fór til Axel at biðja hann vísa sær tað. – Hetta var eftir, at eg hevði sæð holið fyrstu ferð. Jógvan skuldi duga meir enn onnur, so Axel aftraði seg við at bera seg undan og fór við honum niðan á Sandbrúnna. Axel tók helluna omanav og vísti Jógvani holið. Jógvan fór í ryggsekkin eftir einum bunti av dynamitti, tendraði í og slepti tí niður í holið. Axel slepti sær burtur, og so var eitt øgiligt buldur. Eftir tað hevur vatn staðið í holinum. Eg havi onkuntíð seinni leitað eftir holinum, men havi ikki funnið tað, og nú er Axel farin. Eg veit ongan, ið er førur fyri at finna aftur á Holið í Sandbrúnni.”

kelda: Sunda Kommuna.

Staðseting

0°N 0°W