Frágreiðing
Sámal Jákup Jacobsen hevur bygt húsini Undir Vørðuni ímillum 1916, tá Sanna og hann búgva á Lítlheygnum, og 1921, tá tey búgva í egnum húsum Undir Vørðuni. 07.02.1944 varð yvirtromin tikin av húsunum av vindi; men húsini blivu bygd upp aftur. Eigari februar 2016: Eydna Bungay.
Kelda: Sunda Kommuna





