Fráagreiðing
Søgnin sigur framvegis, at bóndi, sum átta alla Thórsvík, býtti hana sundur millum beggja sona sína, annar bjó við Toftir og hin við Garðsenda, har helst endin á bøgarðinum hevur verið. Sonurin við Garðsenda skuldi vera mætari maður og tess vegna fáa størra helmingin, tíggju merkur uttangarðs og størri bø, eins og enn er. Seinni kom øll jørðin í Thórsvík undir kirkjuna og eftir trúbótina undir kong. Tá hava helst markini útangarðs longu verið ákvøðin og nakað um leið, har tey enn eru. K.O. Viderø: Saga Thórsvíkar Heimistova undir Garðsenda er eitt av teimum fýra bóndahúsunum í Hósvík í 1801; men húsini eru nógv eldri enn tað. Húsini, sum eisini verða nevnd Heiman Tún, eru avtoftað í dag.
– Sunda Kommuna




