Býlingur
Heimi í Húsi setti fyrsti maður í Koltri búgv. Nær veit man ikki, men prógv eru funnin um at fólk hava búleikast í býlinginum o.u. ár 800-850.
Heimi í Húsi eru tvey bóndahús: Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Niðri í Húsi er elsti kendi bústaðurin í Koltri.