Hetta staðarnavnið liggur hjá kunoyingum, men av tí at haraldssundsmenn brúktu hetta í orð og talu, havi eg valt at taka tað við. Marknagarðurin er mark millum Kunoy og Haraldssund. Ovari er Deildargjógv. Staðarnavnið : ” Markni er ein steinur sum liggur á markinum úti í sjónum á sjálvum markinum. Herav er navnið nokk komið.
Heimi á Møl

Gimbrasteinur


Tað hevur onkuntíð verið sagt Kunoyargalvur, men tað er ikki at finna nakrastaðni, men alt hetta økið eitur : " Kunoyarnes ". Eigari: Felagið Skarðsbygd



Staðseting
62.250634°N -6.617141°W








