Ein ríkisstuðlaður háskúli varð stovnsettur í Klaksvík í 1899, men varð longu árið eftir í 1900 fluttur í Føgrulíð – í óbygdum nakað vestan fyri Klaksvík. Á háskúlanum varð, mótsett í hinum skúlunum og kirkjuni, undirvíst á føroyskum, og gudstænastan varð eisini hildin á føroyskum. Tjóðsangin Tú alfagra land mítt yrkti Símun av Skarði í Føgrulíð í 1906, meðan skúlin helt til har. Í 1909 flutti skúlin til Havnar, sum var høgligari, og har lættari var at fáa næmingar. Háskúlin, ið fekk stóran týdning fyri menningina av føroyska málinum, stendur enn í Havn.
Kelda: Hans Andrias Sølvará. Søga – Tíðarskeiðið 1850-1920 [Heimasíða]. Trap Føroyar.











