Halgafelstindur

Tindur
Hædd: 757m

Navnberi : Halgafalstindur

Halgafelstindur
757 m høgur tindur á markinum millum Selatrað og Skálabotn (hagan
Skálafjall). Schrøter: Halgafiadls Tindur, „kaldes oftest Halgafals Tindur“.
Rafn: Halgafedlstindur. Hammershaimb: Halgafallstindur, Halgafelli. Gst.
(1897): Halgafjeldstind > Halgafjalls Tindur. F20 (1943): > Halgafellstindur.
EL er tindur k. FL er hvørsfall av Halgafelli, sum má hava verið fjallanavn har -tindur er skoytt uppí. Haldast má fyri vist at fjallið einaferð
hevur hitið Helgafelli, samansett av helga, veikum hvørkikynsformi av
lýsingarorðinum heilagur + EL felli h. Ljóðbroytingin í FL frá norrønum
til føroyskt hevur verið henda: heilga > helga > hélga > hælga > halga.
→Túgvan í Halgafelli.
Ein søgn um Halgafelstind sigur at um maður var dømdur til
deyða á Eysturoyar tingi á Selatrað, og tað eydnaðist honum at
sleppa til rýmingar av tingi og renna niðan á tindin, skuldi hann
hava grið.

Staðseting

62.193072°N -6.905259°W