243 a
Frásøgn : Um hetta staðarnavn segði Eirikur við Myllá hesa søgn : ” Tvær systrar ( í Froðba – segði onkur annar ) áttu Hvannhaga í felag. Tær høvdu oksar gangandi har. Men hesum stóðst stríð av. Tær vildu skilja sundur, men vóru ósamdar um markið. meðan stríðið stendur, rapar bergið. Tær tóku hetta sum tekin og laðaðu garð gjøgnum urðina ” – tá teir laðaðu tann garðin, ið nú stendur, sóu teir gamalt garðslað har.