Tveir eru nú – men Grásteinur – steinurin, ið stendur uppi, sigst verða settur her til minnis um Havgrím. Steinurin stendur í eini brekku einar 150 metrar vestan fyri bøgarðin Undir Homrum. Tætt vestan fyri – um tveir favnar – liggur annar steinurin – og sigst hann vera til minnis um Leiv Øssursson. Tað er vist satt, sum skaldið sigur, at hetta eru bautasteinar: “Einastu steinar í Føroyum, ið minna um høvdingsból.” Steinarnir eru nakað javnir til støddar; møguligt hevur hann, ið stendur, munin. Hann er tveir favnar ummáls.
Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.
Grásteinur
