Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Gortravarði

Einki sett

Ikki bygdavarði ella marknavarði – ein maður Gortri lá deyður har.

Frágreiðing

“Gortra, færøsk form for Gertrud.”  (Hornby, R., 1951, s. 148)

Gortravarði er eitt staðarnavn, sum hevur eitt fólkanavn sum fyrra lið. Í greinini hjá Marjun Arge Simonsen verður tað nevnt sum dømi um staðarnøvn, har fólkanavn er samansett við einum náttúrulýsandi orði (Simonsen, s. 216).

Gortra: uppr. Geirtrúð < tý. Gertrud (Simonsen, s. 219).

Marjun sigur eisini, at staðarnøvn við norrønum fólkanøvnum ofta eru knýtt at týðandi støðum í náttúruni, sum fjøllum, dølum og bergum. Slík nøvn kunnu tí vera sera gomul og kanska stava heilt frá landnámstíðini. (Simonsen, s. 222).

Navnið Gortravarði bendir sostatt á, at ein persónur við navninum Gortra kann hava havt samband við staðin. Seinni liðurin “varði” vísir til ein eyðkendan stað í lendinum. Tískil kann staðarnavnið vera eitt gamalt navn, sum hevur varðveitt bæði eitt fólkanavn og upplýsingar um staðið í náttúruni.


Keldulisti

Simonsen, M. A. (u.á.). Fólkanøvn í staðarnøvnum – uppruni og aldur. Í Fróðskaparrit, bls. 213–225.

Hornby, Rikard. Danske Navne: Træk af navngivningens historie. København: G.E.C. Gad, 1951.

Staðseting