Ottar í Funningsstovu skrivar :
Hetta hevur kanska áhuga fyri fólk við tilknýti til Funningsstovuættina í Havn og Skipar Hansen (1745-1817).
Frásøgnin er burturúr frágreiðing, sum eg var so heppin at fáa avrit av frá Ólavi Clementsen, fyrrv. landmátara og stjóra á Matrikulstovuni, í 1989. Eitt av mongu frítíðarítrivum hansara var ættargransking.
Skipar Hansen, hvørs upprunanavn var Peter Hansen, var av frísaætt, ættaður av Rømø í Danmark.
Við manntalið í 1801, tá hann var 56 ára gamal, búði hann í Árnafirði á Høgareyni í Havn (hús nr. 67), saman við seinnu konu síni, Elsebeth Kristinu, trimum børnum, verfaðirinum og eini tænastugentu.
Hann átti 11 børn við fyrru konuni. Av teimum var eitt deyðføtt og fimm onnur doyðu sum smábørn.
Við seinnu konuni fekk Skipar Hansen 9 børn. Av teimum vóru tvey deyðfødd og ein dóttur doyði ársgomul.
Hini seks taldu fimm synir og eina dóttur.
Sonurin Hans Pauli (f. 1815) giftist inn í Funningsstovu við Johannu Katrinu úr Funningsstovu, og í 1870 vóru umframt tey bæði hesi fólk har í húsi (hús nr. 29):
Petur Hans Olaus, 22 ár, politistur, Jens Ludvík, 20 ár, matrósur, Johannes, 11 ár, Poul, 8 ár, og Karin Helena, 6 ár.
Funningsstovufólkið er rúgvusmikið í Havn. Elsti sonurin Petur Hans (langabbi mín) giftist inn við Karolinu Malenu av Skála, og tey fingu synirnar Hans og Rasmus (abbi mín). Systir Petur, Karin Helena Kr., fødd um 1864, giftist við Símuni í Tunghúsinum í Klaksvík.
Skipar Hansen doyði í Havn 28. desember 1817, 72 ára gamal. Deyðsorsøkin stendur at vera “forstoppelse”. Elsebeth Kristina doyði 15. oktober 1828 í Havn “af langvarig brystsyge”, 51 ára gomul.
Myndin niðanfyri er av Funningsstovu á Doktaragrund Úti á Reyni. Húsini vórðu tikin niður í 1910.