Onnur nøvn: Gamla Húsi – Frammi í Køk
Í Gablatíðini varð garðurin undir Garðsenda býttur sundur í tvey festir, Heimistovu (5 merkur), hagaparturin eitur Inni í Veggi, og Frammistovu (5 merkur), hagaparturin eitur Garðsendahagi. Frammistova er eitt av teimum fýra bóndahúsunum í Hósvík í 1801; men húsini eru nógv eldri enn tað. Stundum búðu fleiri húski í Frammistovu, eisini nevnd Gamla Hús (tikið niður í 1978) og Frammi í Køk. Húsini eru avtoftað í dag.
Kelda: Sunda Kommuna





