Fjósabrekshamari
Av Fjósabrekshamri á Nesi fleyg gitni Páll á Nesi ( Poul Joensen) á sinni. Ætlanin var at flúgva tvørtur um Vágsfjørð til Akrar. Hann hevði gjørt sær ein fjøðurham av gásafjaðrum. Komin nakað yvir á fjørðin, kendi hann, at velið á haminum var ov stutt. so hann fekk ikki stýrt við tí. Hann vendi tí innaftur og datt niður í Stórhyl, sum enn er til. Hann vildi ikki gera eina roynd aftrat, men forkom fjøðurhaminum. Páll var annars sera góður handverkari, var fyrsti maður í Suðuroy ið gjørdi ein hjólrokk. Hann gjørdi bæði líggjar, hakar og grev og bátaseym. Hálvt hundrað bátar hevði hann standandi, sum hann leigaði fátøkum monnum. Leigan var ein byrða av turrum fiski um árið. Páll var abbasonur gitna Jenis í Laðangarði í Sumba. Páll var føddur í Hvalba, men tá ið hann var um seks ára gamal fóru pokurnar at gera um seg í Hvalba. Hann fór tí til gongu úr Hvalba og gekk einsamallur suður til abban í Laðangarði. Hann var hjá abbanum til hann kom til mans. Páll giftust Sunnuvu, dóttir Hargabóndan. Jenis hevði ætlað Pálli Gjørðagarð í Porkeri, men Páll skifti um við Jóannes í Porkeri, sum uppvaksin var á Nesi í Vági. Soleiðis kom Páll á Nes.