Tør er fleirtal av einum gomlum orði, sum ikki longur er livandi í føroyskum, men skuldi í eintali itið tó ella tógv.
Tað stendur í Móðurmálsorðabókini at merkja ‘vallað rók’. Tað kemur fyri í fleiri staðarnøvnum í Norðuroyggjum, og vist bara har.
Umframt Tør í fleirtali hava vit Tón, sum er hvørjumfall í fleirtali (upprunaliga Tóm), t.d. í Gilstón.