Bunkans eistur

Steinur
Frágreiðing

Bunkans eistur Í vegjaðaranum ávegis niðan á Svangaskarð, niðanfyri barnagarðin, standa hesir báðir steinarnir. Teir verða nevndir Bunkans eistur. Gamalt er, at ein søga um ein risa, sum nevndist Bunkan, er upprunin til heiti á steinunum. Risin var á veg eystureftir og skuldi taka eitt stórt gleiv líka úr Kolbeinagjógv og eystur á Vatnfellu, sum er fjallið eystan fyri Toftavatn. Men tíverri fyri risan gjørdist gleivið so langt, at hann skrædnaði í greipingini, eistrini losnaðu og duttu niður í Svangaskarð, og har liggja tey enn tann dag í dag. Ein onnur søga um hesar steinarnar er frá teirri tíðini, tá Gulak Jacobsen var prestur á Nesi. Sagt verður um Gulak, at hann var sera skemtingarsamur maður, og hann hevur uttan iva vitað um navnið á hesum báðum steinunum. Ein dagin er prestur á vitjan Inni í Gerði. Bunkans eisti eru í haganum beint oman fyri húsini Inni í Gerði. Tá Gulak kemur upp á trappusteinin, stendur húsfrúgvin Inni í Gerði fyri honum. Áðrenn prestur fer innar, snarar hann sær á, hyggur niðan í hagan og sigur: Tygum, hasir báðir steinarnir har uppi, hava teir eitt navn? Jú, svarar hon, víst hava teir navn. Meira segði hon ikki.

– Nes Kommuna

Staðseting

62.098229°N -6.736139°W