Frágreiðing
Brúgvin um Mjásund Í Bygdasøguni, Bind III (s. 418 – 421) finst ein frágreiðing um vanlukkuna á Toftavatni 30. juli 1846, sum var orsøkin til, at brúgvin um Mjásund var gjørd. Tá i tíðini skóru toftafólk torv handan fyri vatnið, og skjótasta farleiðin yvirum var at fara um Mjásund. Tá var ongin brúgv uttan nakrir steinar og onkrir plankar, sum lógu millum steinarnar. Hendan dagin eru tvey systkin úr Leigustovuni, Jóhan Joensen og Anna Margretha Joensdatter í torvi handan fyri vatnið. Jóhan var 17 ár, og Anna Margretha 24 ár. Tey høvdu avtalað at bera torvið til møtis t.e. systurin bar torvið oman til vatnið, meðan bróðurin síðan bar torvið eftir løgarsteinunum um sundið. Tá systurin einaferð kemur oman til vatnið, sær hon ongan drong, men bert torvleypin, sum fleyt á vatninum. Hon skilir beinanvegin, at bróðurin er dottin á vatnið og boðar frá hesum. Fleiri fólk koma skjótt til staðið, har vanlukkan er hend, men hóast leitað verður, er alt til fánýtis, tey finna ongan drong. So verður gjørt av at fara heim á Toftir eftir einum báti, sum síðan varð rógvin inn í Heiðarnar og drigin niðan á vatnið. Tá báturin var flotaður á vatninum gekk skjótt at finna líkið av dronginum. Líkið var lagt í bátin, sum síðan var drigin oman aftur í Heiðarnar og rógvin út í Saltnes. Líkið av dronginum var í fyrstu syftu lagt inn í húsini hjá skúlalæraranum Jóannesi Petersen. Av tí, at presturin ikki var heima, fekk skúlalærarin uppgávuna at bera foreldrunum tey syndarligu boðini um vanlukkuna. Vanlukkan á Toftavatni 30. juli 1846 var orsøkin til, at brúgv stutt eftir var gjørd um Mjásund, og í gomlum skjølum, sum umrøða viðurskifti á Nesi, Toftum og í Saltnesi, sæst, at tað var álagt kommununi at halda brúnna um Mjásund í góðum standi.
Man kann undrast á, hví vit siga brúgvin um Mjásund, tá talan í grundini er um eina byrging. Ein møgulig orsøk til hetta kann vera, at í byrjanini hevur hetta verið ein træbrúgv, sum síðan er broytt til eina byrging. Men brúgvaheitið hevur hingið við síðan..JJ



