Bethania við Gøtugjógv

Bygningur

Missiónshús kom við Gøtugjógv í 1925 – 101 ár seinni stendur eitt nýtt snøgt slíkt til reiðar at nýta. Tað kostar umleið átta milliónir krónur.

Tað var kristilig veking í økinum fyrst í 1900. Tá føddist ynskið um, at gera eitt Missiónshús at savnast í. Úrslitið var, at menn fóru undir at byggja Bethania, við Gøtugjógv, sum varð tikið í nýtslu í 1925, hóast 1924 stóð í skjøldrinum. Húsið var væl brúkt gjøgnum árini, uttan at stórar ábøtur vóru gjørdar. Í 1980-unum var tað í vánaligum standi, og tá byrjaðu menn at tosa um møguleikan at byggja uppí húsið, men tað kom ongantíð til tað, sigur hann.

Bathania er niðanfyri vegin – skamt frá kirkjuni. Tað er júst í kirkjukjallaranum, at missiónsarbeiði hevur verið so at siga alla hesa øldina: Í ár 2000 fluttu sunnukvøldsmøtini niðan í kirkjukjallaran, og stutt seinni ymiskt annað, tí í gamla missiónshúsinum vóru umstøðurnar ótíðarhóskandi.

Nýggja Bethania hevur nýggjastu útgerð á øllum økjum. Tað er væl bjálvað og hevur jarðhita. Øll ljós eru led, hevur góða ventilatión, lyft millum hæddirnar og góða ljóð- og ljósútgerð. Í ovaru hæddini er salur, har 120 fólk kunnu sita, umframt 50 á balkongini. Harafturat er eitt endarúm á loftinum. Í gongini eru vesir, trappa niður í kjallaran og lyft millum hæddirnar. Í kjallaranum kunnu 100 fólk sita til borðs. Har er góður køkur, skrivstova/fundarrúm, vesir og goymslurúm, skrivar Trúboðin.

Talan er um eitt hús fyri umleið átta milliónir krónur, umframt sparda arbeiðisløn vegna sjálvboðið arbeiðið.

Húsið kostar okkum umleið 8 milliónir krónur, sum eru goldnar. Tað er í høvuðsheitum fólk og fyritøkur í Eysturkommunu, sum hava goldið húsið. Tað fegnast vit almikið um og takka hjartaliga fyri. Tá tað er sagt, so mugu vit ikki gloyma, at vit hava spart fleiri milliónir krónur í arbeiðsløn, tí nærum alt innan er gjørt av sjálvbodnum, sigur Torleif Justinussen.

Staðseting

62.193067°N -6.744906°W