Barnagarður og vøggustovan.
Eigari : Klaksvíkar kommuna
11 – 05 – 2026 :
Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Í løtuni eru tríggjar barnagarðsstovur til børn í aldrinum 3-6 ár og ein vøggustova til børn í aldrinum 0-3 ár.









