61 a
Upprunin til navni
Navnið Árant er knýtt at einum tiltiknum manni í Svínoy, sum sambært sagnini var kendur sum seyðatjóvur og varð hildin at duga gand (Jakobsen, 1984–1985). Fleiri staðarnøvn í oynni bera navn eftir honum, millum annað Árantshav.
Nýtsla
Søgnin knýtir Árantshav til Árant sum persón og sigur, at hetta er ein sera tungur steinur (Jakobsen, 1984–1985). Einki verður sagt um, hví hann liggur har, ella hvat Árant sjálvur hevur gjørt við hann.
“Hav Árants liggur uppi á torvheiðunum slappan fjórðing frá húsunum í Svínoy. Veikir menn kunnu ikki lyfta tí.” (Jakobsen, 1984–1985)
Søgnin um Árant kann lesast HER.
Jakobsen, J. (1984–1985). Sagnir og ævintýr (2. útg.; fororð eftir M. Mikkelsen). Tórshavn.

