Amtmansheiðarnir

Einki sett

Frágreiðing
Amtsmansheiðarnir: Norðan fyri garðarnar í Æðuvík liggja teir sonevndu Amtmansheiðarnir. Her plagdu Gamli Hendrik í Tøvu og Mikkjal uppi í Forna at skera 4 áttamannafør til yvirlærara Berg í Havn. Einaferð teir vóru í torvi, kom ein mannúlvur at gera teimum ónáðir, so teir fingu ikki arbeitt. Teir fóru so oman til Æðuvíkar eftir Mariusi úti í Forna, sum var í torvi, og bóðu hann koma norður við hundinum Svani beinanvegin. Tá menn og hundur komu norður, stendur tarvurin vælnøgdur og tyggir ein bógv, sum hann hevði tikið úr matarskjáttuni hjá Gamla Hendrikki. Men tá tarvurin sá Svan, rýmdi hann beinanvegin, tí hann kendi hann alt ov væl, hesin hevði fleiri ferðir fingið hann til falls við tað, at hann áhaldandi rann í runding beint framman fyri tarvin, sum royndi at stanga hann. Úrslitið gjørdist tað sama hvørja ferð, tarvurin fall. Neytakonurnar o.o., sum vóru noydd at fara í hagan, plagdu at hava Svan við sær. Evensen var próstur á Nesi og átti tarvin. Fólk royndu at sannføra hann um, at tarvurin var mannúlvur og mátti drepast, men tað svaraði hann einki til. Ikki fyrr enn hann sjálvur ein dagin, sum hann gekk í garðinum, mátti taka til beins undan tarvinum, tá hjálpti. Annan hvítusunnudag komu menn av einum donskum orlogsskipi, sum lá fyri Neshamri, at drepa tarvin. Teir keyptu hann og førdu hann umborð. Hetta fór fram 2. hvítusunnudag ár 1900, sama dag sum tvíburðarnir á Heyggi, Ólavur og Jóhannes, fóru til dópin. Hesin tarvurin varð tí róptur Hvítusunnutarvurin. Sagt verður, at ein eldri maður skuldi siga við danskararnar: ”Man må ikke dræbe tyr om pinsen”. ÓMc

Kelda: Nes Kommuna

Staðseting

62.072328°N -6.694639°W