Á Stavningi

Bøur

Á  Stauningi

Ovarliga úti í Toftalíð, er eitt staðarnavn, nevnist á “Stauningi”.  Einaferð danski forsætisráðharrin Thomas Stauning, var í Vági stóð Hans Jacob Jensen, eisini nevndur Gásadal fyri honum, og bað hann um jørð til eina kúgv. Onkur sigur, hann møtti Stauning á kaiini, onkur sigur  úti í Losjuni hjá Petur Nólsøe. Hann hevði skrivað fleiri ferðir til Stauning, men fekk einki svar.  Tað gekk ikki long tíð, so skrivaði Stauning  aftur til myndugleikarnar í Føroyum  og til  Gásadal, sum fekk eitt kúfóður úti í  Toftalíð. Seinni kom fram, at øll brøvini, ið  Hans Jacob  skrivaði til Stauningi, vórðu tveitt burtur. Brævið sum Stauning skrivaði til  Gásadal,  er enn varðveitt, og er skrivað 13.10.1925, í Keypmannahavn. Gásadal fellir í Gásadalsgjógv (vesturi móti Fámjin)  í 1953, 73 ára gamal. Gjógvin er tó ikki kalla upp eftir Gásadal.

Staðseting

818.35°N -210.946°W