Á Gadd

Sethús

 

Magnus Andreasen (Hansen & Jacobsen, s. 98) oman úr Forna legði sær eina trøð inn uppi á Gadd og bygdi har u. 1875. Í húsunum var ein roykstova, eitt kamar og gongd/fjós, samanlagt u. 15 fermetrar. Yvir kamarinum var eitt sera lítið loft. Stova, kamar og spískamar bygt uppí uml. 1900, so verandi hús eru u. 33 fermetrar. Í húsaskránni frá 1973 eru tey lýst soleiðis: 9 alin long og 8 alin breið við einari hædd og lofti. Grund grót, veggir timbur og grót, klædningur plátur og papp, tekja asbest og træ. Skorsteinur jarn. Litir: Veggir svartir, takið grønt, vindeygu hvít. Húsini eru skrásett sum fiskimannahús. Eigarar: Magnus Andreasen, Petur Hans Andreasen. Í dag eigur Bygdasavnið í Nes kommunu húsini.

Staðarnavnið á Gadd hevur helst samband við navnorðið gaddajørð el. gaddur ( grýtut og lítið fruktagott lendi).

– Hansen & Jacobsen, 2018


Keldulisti

Hansen, T. & Jacobsen, H. (2018). Bygdasøga (Bind 3). Forlag, Nes Kommuna.
Jensen, F. A. (2026, 27. januar). Húsini á Gadd, svart og hvítt – úr savni hjá Sámali Clementsen [Mynd]. Facebook. https://www.facebook.com/photo?fbid=25666436933036611&set=gm.25412437228378231&idorvanity=179612228754079

Staðseting

62.083083°N -6.725892°W