Slag: Sethús

Í Nýggja Gerði / Hjá Óla Jákupi í Sundunum
—
by
Í 1920 flutti Óla Jákup Hansen, Óla Jákup í Sundunum, til Hósvíkar at búgva. Hann bygdi sær hús beint omanfyri Gamla Gerði. Í mantalslistanum 1. februar 1921 verða tey nevnd Nýggja Gerði. Kelda: Sunda Kommuna

Hjá Sámal Jákupi undir Vørðuni
—
by
Frágreiðing Sámal Jákup Jacobsen hevur bygt húsini Undir Vørðuni ímillum 1916, tá Sanna og hann búgva á Lítlheygnum, og 1921, tá tey búgva í egnum húsum Undir Vørðuni. 07.02.1944 varð yvirtromin tikin av húsunum av vindi; men húsini blivu bygd upp aftur. Eigari februar 2016: Eydna Bungay. Kelda: Sunda Kommuna

Hjá Sárhús-Jóannesi undir Vørðuni
—
by
Frágreiðing Johannes Ole-Jacobsen (1848 ) og systir hansara, Rakel Fredrikke Ole-Jacobsen (1845 ), fluttu úr Miðvági til Hósvíkar, hann í 1901 og hon í 1902 sbrt. fólkateljing 1911. Jóannes Olsen skrivar í viðmerking, at Sárhús-Jóannes búði uppi í Tøppi í tvey ár, tað fekk Hans Jákup í Toftum í lag. Sárhús-Jóannes var handilsmaður, og systirin…
Heimistova undir Garðsenda / Heiman Tún
—
by
Fráagreiðing Søgnin sigur framvegis, at bóndi, sum átta alla Thórsvík, býtti hana sundur millum beggja sona sína, annar bjó við Toftir og hin við Garðsenda, har helst endin á bøgarðinum hevur verið. Sonurin við Garðsenda skuldi vera mætari maður og tess vegna fáa størra helmingin, tíggju merkur uttangarðs og størri bø, eins og enn er.…

Heimistova í Toftum
—
by
Frágreiðing Hósvík er gomul landnámsbygd. Tórur var fyrsti norðmaður, sum setti búgv í Tórsvík (Hósvík), ið varð nevnd eftir honum. Hann flýddi av Strond í Rogalandi undan Haraldi Hárfagra. Tórur bygdi egnan garð í Toftum (navnið Toftum kom seinni). Hesin garður er sostatt elsti bústaður í bygdini – Heimistova í Toftum. A. Weihe. Í 1966…

Á Gadd
—
by
Magnus Andreasen (Hansen & Jacobsen, s. 98) oman úr Forna legði sær eina trøð inn uppi á Gadd og bygdi har u. 1875. Í húsunum var ein roykstova, eitt kamar og gongd/fjós, samanlagt u. 15 fermetrar. Yvir kamarinum var eitt sera lítið loft. Stova, kamar og spískamar bygt uppí uml. 1900, so verandi hús…


Frammistova undir Garðsenda / Gamla Húsi / Frammi í Køk
—
by
Onnur nøvn: Gamla Húsi – Frammi í Køk Í Gablatíðini varð garðurin undir Garðsenda býttur sundur í tvey festir, Heimistovu (5 merkur), hagaparturin eitur Inni í Veggi, og Frammistovu (5 merkur), hagaparturin eitur Garðsendahagi. Frammistova er eitt av teimum fýra bóndahúsunum í Hósvík í 1801; men húsini eru nógv eldri enn tað. Stundum búðu fleiri…