Slag: Einki sett

Longumiðið
Ýti : Bergsmúlin knappliga fullhøgur undan oynni. — Fjallið sunnan fyri Gásafjall knappliga fullhøgt.




Bringan
Ýti : Kletturin á Funningsmúla kemur frá Kallinum. — Gjótangin ( millum Múla og bygdina Múla ) kemur í Viðoynna.

Rustin
Ýti : Rustin á Breiðafjalli ( á Eysturoynni ) røð um røð við Kallin. — Bíldskorarnar undan Viðoynni.



Laðmiðið
Ýti : Fyrsti spíski klettur niðan fyri Varðan ( á vestaru røð á Malinsfjalli ) kemur frá fjallinum norðan fyri Villingadalsfjall. Knokkurin er leysur.

Pollrókin
Ýti : Varðin á Malinsfjalli liggur í Hvannagjógvartind. – Pollrókatúvan ( uttsta túvan móti Eysturhøvda á Svínoynni frá Fugloynni. Miðið kann leggjast eftir einum ýti.