Slag: Einki sett







Úti í Datthaga / Datthagi
Dattha hargi — Datthagi — út. Økið frá Argisá út at næstu á, sum einki navn hevur, nú ið hvussu er, og frá upsini niðan til eitt hamarspjað har. Tað stykkið millum hetta hamarspjað og hamarin í eggini kallast : úti undir støðuni við Argisá


Úti á Klovningum / Klovningar
Upprunaligt : Klovningur ella úti á Klov. Vøllur í upsini oman fyri tvær gjáir, ið skera seg inn í helluna.

Víntunnuholið / Brennivín
Upprunaligt : Víntunnuholið ella Brenni. Tætt uttanfyri Kampannagjógv, niðast í helluni omanfyri sjóvarmálan. Navnið skal vera komið av tí, at menninir á einum báti, sum kom av handilsferð, løgdu eitt brennivínsílat upp har, so fólk heima við hús einki skuldu vita um tað.