Slag: Einki sett

Stórarók
Nú burturlopin. Var nakað væl oman fyri Gongurókina. Var sigið niður á í erva frá. Hetta heldur Antinis er skeivt. Stórarók heldur hann er ella var millum Tórðarenni og Brattháls.


Jógvansklettur
Gongur inn á barminum áraka Glopprókina. Var settur at tola 200 fuglar at drepa í fygling, tað var skipanin. Har átti kanska tað dupulta av fugli. Annars var tað ójavnt, hvat ið dripið var í teimum ymsu plássunum í fygling. Tá ið tað vóru skilamenn, sum fylgdu, drupu teir minni av fugliní støðum, sum lógu…


Rassin
Tætt ella beint vestan fyri Breiðaknubba. Jens á Skipagøtu minnist bara navnið, ikki beinleiðis hvat. ” Far tú niðan á Rassin ” kundi maður siga við ein annan.



Uppi á Knokkunum
Á sjálvari røðini á Selláturshálsi niðri við sjógvin. Har byrjar Haldasarókin, sum gongur inn við hálsinum vestanfyri og mjáast burtur.


Ovari Sellátrahálsur
Har átti lundi fyrr, og har upp plagdu teir at fara at draga lunda. Nú er mest sum eingin lundi.