Slag: Einki sett

  • Grøv Hovgríms

    Grøv Hovgríms

    Her er høvdingin jarðaður. Her er ikki sørt grivið heldur. Jarnringar skulu vera funnir, sigst, og sendir niður. Plássið er millum Byrgið og Innasta Byrgið.

  • Hálvmarkabyrgið/Innasta Byrgið

    Hálvmarkabyrgið/Innasta Byrgið

    Er frá ánni vestan fyri Hovgríms grøv og inn til hin gamla (elsta) bøgarðin.

  • Hálvmørkin
  • Hamrabøur

    Hamrabøur

    Undir Homrum er vestasta jarðøki av Hamrabø; skal vera næststørsta hálvmørk í Føroyum. Er vestari helmingur av Smiðamørk.

  • Hamrahending

    Hamrahending

    Her búði Hovgrímur. Nógv hús hava staðið her; tað, ið tær stóru grótrúgvurnar prógva. Steinsett pláss og tún metur undir, har flag er nú. Nú eru eingi sethús, bert úthús.

  • Hvílingarsteinurin

    Hvílingarsteinurin

    Her hvíldu menn undan Homrum við torvi.

  • Á Gøtuteig.

    Á Gøtuteig.

    Er á sama hjalla sum Fámjinshól – bert einar 200 m innari.

  • Mylláin

    Mylláin

    Her skal mylla hava verið.

  • Høgalað

    Høgalað

    Tætt eystan fyri Grástein. Her bíðaðu menn altíð, tá ið farið var á fjall í Dalshaga til teir vóru komnir teir flestu; so var farið undir arbeiðið. Nú sær tað út til at vera burturdeytt. Teir finnast sum til ber á vegnum ella í haganum. Gamlamannasøgn sigur, at higar heim bóru menn torvið um heystarnar…

  • Rættarstakkarnar