Slag: Beiti


Feitiskor
—
by
Øki, ið byrjar, har sum hamarin, ið gongur oman fyri tað niðaru rásina, gongur longst omanmóti upsini og so langt út, sum hamarin gongur, t. v. s. út móti Nøvini. Alt, sum er millum upsina og henda hamarin hevur hetta navnið. Ein á rennur oman gjøgnum. Fleygasessurin eitur í Giljunum.

Úti í Skor
—
by
Rók millum helluna og upsina. Hon er rókarmót við helluna uttan fyri Kampannagjógv. Rókin byrjar undir Datthaganum og endar úti móti Giljunum.



