Slag: Annar vegur

Fyri Norðan
—
by
Hesin hagin hevur havt navnið : Fyri Norðan og norðara markið var áin í Búðadali. Heimara markið var við Garðánna við bøgarðin í Haraldssundi. Grundin til at einki staðarnavn er skrivað her er, at fyri fáum árum síðani varð hagin koyrdur sundur í 3 partar. Hagin Fyri Norðan er allur kongs og har eru tríggir…

Minnisplátan á Nakkinum
—
by
Tað stendur á plátuni, hvør setti hana upp. Teir vóru : Jens Juel Sólbjørg, Páll Klettskarð, Jóhan Purkhús og Símin Petur Rasmussen. Hon varð sett upp í 1972.


Nátt – Húsið
—
by
Nátt – Húsið hoyrdi til skúlan. Her var bukkan og húsið var gjørt útyvir eina á, so áin fór avstað við tí, ið har kom ella fór.






Suðuri á Gomlurætt
—
by
Ofta søgdu teir gomlu : Suðuri á Rætt. hendan rætttin varð flutt til Danmarkar fyrst í 60 inum og nýggj rætt gjørd við Myllánna í Haraldssundi.